Risastovan hjá Yggdrasil

Yggdrasil og Kári Sverrisson hava givið fløguna Ristastovu út, í vikuskiftinum fer bólkurin á konsertferð saman við Channe Nussbaum trio, millum konsertirnar er framførsla á Planet Awards.

Fløguútgáva
 
Norðurlendski tónleikabólkurin Yggdrasil hevur seinastu 25 árini ríkað tónleikalívið heima og úti, í farnu viku kom enn ein fløga við bólkinum: Risastova, har bólkurin samstarvar við sangararn Kára Sverrisson.
 
Nógvir føroyingar
Yggdrasil hevur seinastu 25 árini havt skiftandi manningar, fyrstu árini vóru nógvir útlendingar  við, men við menningini av føroyskum tónleikarum eru alt fleiri føroyingur komnir inn í bólkin. Á Risastovu er einans ein útlendingur, tað er Villu Veski úr Estlandi á saksofon.
Hinir tónleikararnir eru høvuðsmaðurin í Yggdrasil, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak á&quot;$?$end$!$<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak&quot;$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ á</st1:PersonName$?$end$!$ klaver, rødd og grótljóð, Angelika Nielsen á violin, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;He?in Ziska Davidsen&quot;$?$end$!$Heðin Ziska Davidsen</st1:PersonName$?$end$!$ á elektriskum gittara, Tóri Restorff Jacobsen á cello, Brandur Jacobsen á trummum og slagverki og Mikael Blak á bassi. Umframt sangaran Kára Sverrisson, ið eisini spælir kassagittara.<BR> 
Siðbundið og nýskrivað
Tónleikurin umfatar fleiri verk, ið eru grundaði á gomul skjaldur, kvæði og vísir, t.d. Rógva út á krabbasker, Det er i nat en vaagenat, Christ stod op af døde og Gøtulíð.
Eisini er nýskrivaður tónleikur hjá <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak á&quot;$?$end$!$<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak&quot;$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ á</st1:PersonName$?$end$!$ fløguni. Her er Grótljóð, ið verður spælt á føroysk grót, ið er skorið til á Skopunar Grótvirki. Umframt verkið, ið <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak&quot;$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ skrivaði til konsertina, ið hann skipaði fyri í undirsjóvartunnilinum millum Streymoy og Vágoy nakrar dagar fyri, at tunnilin alment varð tikin í nýtslu. Kári Sverrison eigur somuleiðis eitt lag á fløguni, hetta er ein tolking av Enekk lagnum Várið.<BR>

Konserferð

Hetta er fyrsta fløguútgávan hjá TUTL í ár. Yggdrasil og Kári Sverrison eru ein av bólkunum, ið spælir á Planet Awards leygarkvøldið. Hetta er partur av konsertferðini hjá bólkinum saman við danska bólkinum Channe Nussbaum trio.