Risastórt tiltak fyri føroyingar í Danmark

Nú verður fyri fyrstu ferð skipað fyri einum risastórum mentanar tiltaki fyri føroyingum í Danmark.

Gudmundur Djurhuus, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at talan er um eitt stórt mentanar- og konsertiltak, sum verður tann 28. september undir heitinum ”Míttland”

 

- Míttland er nýyrði, sum hevur til endamáls at lýsa akkurát tað, sum verður sett á skrá henda dagin, nevniliga heimlandið Føroyar, sigur hann.

 

- Tiltakið verður á Fimmoyranum á Amager og endamálið er skapa ein pall og eitt tiltak, sum er fyri føroyingar í Danmark, og onnur, ið hava áhuga fyri Føroyum og okkara mentan.

 

- Ætlanin er at vísa, hvørji vit eru og hvat vit eru, fyrst og fremst tá ið tað snýr seg um tónleik, men eisini tá ið tað snýr seg um sniðgeving og mat.

 

- Alt sum verður á skránni hendan dagin, er føroyskt, bæði allur tónleikurin,  allur maturin og tað eru eisini føroyingar, ið hava sniðgivið klæðini, sum verða at síggja.

 

- Á Fimmoyranum á Amager hava vit stóran pall við øllum, sum hoyrir til av tøkni og ljósi, so okkara tónleikarar fáa høvið at vísa seg frá teirra bestu síðu, sigur Gudmundur Djurhuus.

Á  heimasíðuni hjá Míttland, sum er á www.mittland.dk sæst, at tey, sum fara at framføra, eru Kim Hansen, Stanley Samuelsen, Hanus G, Sámal Ravnsfjall, Martin Joensen, Lív Næs og Tróndur, Eyðun Nolsøe, Terje Rasmussen, Alex Bærendsen, Kristina Bærendsen, Evi Tausen, Hallur Joensen, Ólavur Højgaard, Flamma, Jens Marni, The Reverends, Karl Martin Samuelsen, Lena Andersen, Pól Arne, Edmund Jacobsen, Høgni Lisberg og  200.

 

Myndin er av Hanus G. sum bara er ein av yvir 20 av okkara kendastu nøvnum, sum fara at framføra á tiltakinum.