Samhaldsfasti hevði í fjør eina afturgongd á 114 mió krónur í mun til 135 milliónir krónur í avlopi í 2021. Orsøkin skyldast vánaligu gongdini á íløgumarknaðinum, og serliga er tað høga inflasjónin í fjør, sum elvdi til, at tjóðbankar kring allan heimin hava hækkað rentuna, og tað hevur ávirkað partabræva- og lánsbrævakursir.
Avkastið hjá Samhaldsfasta var -9,0%, og tað er nakað væl lægri enn miðalavkastið, sum fram til 2022 var 4%, ið nú er hálað niður á 2,9%. Inngjaldið í grunnin var í fjør 42 milliónir krónur krónur størri enn útgjaldið, og hendan upphæddin verður afturhildin í grunninum, orsakað av at talið av pensjónistum fer at vaksa næstu árini.
Sambært fólkatalsframskrivingini hjá Hagstovu Føroya vóru 8.485 penjónistar í 2022, men talið verður væntandi umleið 12.300 pensjónistar í 2040 og knapt 14.800 pensjónistar í 2060.
Tí er umráðandi at spara upp til komandi ættarliðið, um vit skulu sleppa undan at lækka útgjaldið, og tí verður hendan upphæddin afturhildin.
##med2##
Ein knappur helmingur, 48%, av allari virðisbrævaognini var sett í donsk realkredittlánsbrøv og sløk 2% í donsk statslánsbrøv. Hin parturin av íløgum í lánsbrøv, tvs. umleið 10%, var sett í altjóða virkislánsbrøv og í lánsbrøv í menningarlondum. Partabrøvini vóru góð 28% av ognini, meðan útlán og íløgur í alternativ vóru 10%. Øll hesi tølini er miðal fyri árið.
Samhaldsfasti er sjálvsognarstovnurin, ið hevur til endamál at tryggja øllum íbúgvum í Føroyum eina arbeiðsmarknaðareftirløn. Grunnurin var settur á stovn við løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991. Fæið í grunninum verður fingið til vega við at allir persónar undir 67 ár rinda grunninum 3% av teirra árligu skattskyldugu inntøku og allir arbeiðsgevarar rinda 3% av útgoldnum A-inntøkum.
Stovnurin fór undir regluligar útgjaldingar til persónar yvir 67 ár 1. apríl 1997, og ein persónur hevur rætt til eftirløn, tá hann hevur fylt 67 ár. Grunnurin umsitur í dag góðar seks milliardir kr., og fulla útgjaldið er í 6.070 kr.













