Risastór byggimessa í Klaksvík

Fyritøkan LeGutt Events hevur gjørt samstarvsavtalu við Klaksvíkar kommunu um, at ein risastór byggimessa verður í Klaksvík í døgunum, 2. og 3. mai næsta ár.



Arbeitt hevur verið við hesum tiltaki í longri tíð, og ætlanin var, at almannakunngera byggimessuna í september.

 

- Men, longu nú hava fyritøkur boðað frá luttøku, og tí hildu vit, at tíðin var komin til at lata almenningin vita, at byggimessan, sum verður í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík, verður veruleiki.

 

Tað siga LeGutt Events, sum eru fyrireikarar av stóru byggimessuni í Klaksvík.

 

LeGutt Events, sum eitt nú tekur sær av samskipan, event kanningum og ráðgeving, skipaði eisini fyri Orkuráðstevnuni í fjør.


 

Fyritøkan hevur framt nógvar ymiskar uppgávur, sum lesast kann um á heimasíðuni hjá LeGutt Events.