FF Giza - fyrr NÍF - hevur bjóða hinum unga havnarliðnum av til ein steypadyst, mánakvøldið 27. juli. Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali og byrjar klokkan 17.
Talan verður ikki bara um eina annan steypadyst. Vinnandi liðið sleppur at lyfta einum steypi, sum er ein metur høgt, og sum vigar fleiri kilo. Menn vita seg ikki hava sæð eitt líknandi steyp í Føroyum áður.
FF Giza ætlar at steypadysturin ímóti Undrinum skal vera ein afturvenda siður á hvørjari ólavsøku. Atgongumerki til dystin kostar einans 50 krónur.
FF Giza hevur fingið sær navn eftir staðnum, har pyramidurnar í Egyptalandi eru at finna - Giza - og tað er væl altjóðagering á sín hátt. Liðið hevur skift frá navninum ?Nólsoyar Ítróttarfelag? - tí eingin nólsoyingur er at finna á liðnum longur.










