Tað stendur nógv - bæði kilo og prestisja - uppá spæl, tá bestu liðini hjá FF Giza og Undrið FF spæla risasteypadyst á ovara vølli í Gundadali í annaðkvøld klokkan 19.
Vinnarin av steypinum fær handað Føroya størsta steyp, sum ikki hevur sín líka í øllum landinum.
Í fjør fór Giza við sigrinum, og Kenneth Hovgaard Djurhuus frá Giza væntar, at teir fara aftur at knógva Undrið á hesum sinni, tó aftaná longda leiktíð.
Mikkjal Hvannastein frá Undrinum sigur, at teir ætla at hevna ósigurin í fjør. Undrið FF hevur eisini fyrireika seg uttanfyri vøllin við at geva eina fløgu út.
Fólk fáa høvið at keypa suðurafrikonsk ýlihorn - vuzuela - í samband við dystin. Viðrar verða pylsur og búffar eisini lagdir á grilluna.










