Risastórur ísflaki loysnaður í Grønlandi

Ein umleið 260 ferkilometrar stórur ísflaki er loysnaður frá Petermann-jøklinum í Vesturgrønlandi og rekur nú við streyminum suður ímóti Nares-sundinum millum Grønland og Kanada.

Ein amerikanskur serfrøðingur sigur, at ísflakin er fýra ferðir størri enn Manhattan. Hann sigur, at hetta er tann størsti ísflakin, sum er loysnaður í Grønlandi síðani 1962.

Amerikanski serfrøðingurin sigur, at tað ber ikki til at siga, um tað eru veðurlagsbroytingarnar við veksandi hita, sum hava gjørt, at flakin er loysnaður. Men tað ber heldur ikki til at vísa tí møguleikanum burtur, sigur hann.