Talan er um 312 metra langa skipið Stellar Daisy úr Suðurkorea, ið hevði manning, ið taldi 24 fólk.
Tveir av manningini eru bjargaðir,men onki er sæð til restina av manningini ella til skipið.
Fríggjadagin sendi skipið boð um, at sjógvur kom inn í bagborð.
Umborð vóru 8 suðurkoreanarar og 16 av Filipinunum, harav tveir eru funnir á lívi.
Sagt verður, at hildið verður á at leita eftir teimum 22 av manningini, ið ikki eru komnir aftur í aftur, eins og roynt verður at finna fram til hvat er vorðið av skipinum.
Skipið kom úr havn í Brasilia, og var 2500 kilometrar úr fastlandinum, tá samband seinast var við skipið.