Tað er átaksleiðarin í Avannaata Kommunu, Jens Dahl, sum hevur tikið viðheftu mynd mánadagin hin 6. juli í ár. Sum átaksleiðari heldur hann kortini ikki, at vandi er á ferð hjá íbúgvum í bygdini.
Sambært DMI, Danmarks Meteorologisk Institut, er ísfjallið 250 metrar langt og 180 metrar breitt, og tað liggur einar 100 metrar norðan fyri bygdina, Innarsuit. Í dag upplýsti løgreglan í Ilulissat yvirfyri Sermitsiaq, at ísfjallið er friðarligt, og at vandi er ikki fyri borgarunum í bygdini í løtuni.
Sermitsiaq skrivar, at í 2018 var eisini eitt risastórt ísfjall rikið inn móti grønlendsku bygdini, Innarsuit, og tá vendi "øll heimspressan eygunum móti bygdini...", leggur heimasíðan aftrat.
Í 2018 valdi átaksleiðslan at flyta nakrar borgarar úr bygdini, tí tey stúrdu fyri einari flóðaldu, um nakað skuldi hent við ísfjallinum. Men, hesaferð heldur átaksleiðslan ikki, at nakar vandi er á ferð í løtuni.