Tað hevur gingið illa hjá danska flogfelagnum Maersk Air seinnu árini. Og árið í fjør var einki undantak í so máta. Eitt samlað hall upp á 622 milliónir er tað, felagið kann vísa á í roknskapinum, sum júst er kunngjørdur.
Sjálvur raksturin gav eitt hall upp á 215 milliónir. Umframt komu so aðrir serligir postar sum niðurskriving av flogførum og søla av einum dótturfelag í Englandi, sum kostaði Maersk Air pengar.
Í tíðindaskrivi í samband við roknskapin sigur Maersk Air, at tað hóast alt var okkurt, sum dróg uppeftir í roknsksapinum.
Millum annað seldi Maersk Air flogfelagið Estonian Air og tilhoyrandi tænastur, og gav tað felagnum nakrar milliónir í kassan. Eisini er eginkapitalurin vaksin frá 464 millíónum í 2002 til 531 milliónir við ársenda 2003, sigur Maersk Air. Men tað var kortini nakað langt frá at vera nokk til at fáa raksturin at standa upp og niður, ella at halda sær á flogið, sum tey plaga at siga í hasi vinnuni.
Kortini fellur stjórin í felagnum ikki í fátt. Finn Øelund er nýggjur í starvinum, og hann hevur hug at líta frameftir, sigur hann í tíðindaskrivi í samband við roknskapin.
Hann setir sítt álit á nýggja átakið, har felagið verður lýst sum eitt framtakshugað felag við nýggjum hugsunarháttum.
Maerska Air er farið undir rættiliga umfatandi lýingarherferð fyri at fáa fólk at nýta felagið, tá ferðast verður úr Danmark suður eftir í Europa. Rutunetið hjá felagnum veksur søtðugt, og umfatar í dag 28 rutur í 25 høvuðsstøðum og stórbýum suðuri í Europa. Og ætlanin er at byrja 10 nýggjar rutur afturat í heyst. Alt til stórbýir í Europa, sigur Maersk Air í tíðindaskrivi í samband við roknskapin, sum komin er.
Maersk Air kappast eisini við Atlantsflog um feðrafókini á rutunum millum Føroyar og Danmark. Tað hevur ikki gingið serliga væl á hesi rutuni heldur hjá felagnum. Men sum skilst á fólki á skrivstovuni hjá Maersk Air í Havn, er líkt til, at nýggja lýsingarátakið eisini hevur rinið við her. Tí ferðafólkatalið tykist vaksandi við flogførunum hjá Maersk Air, siga tey.









