Risastór odds uppá føroyskan sigur ímóti Portugal

Sambært altjóða veddingarfyritøkunum hava Føroyar næstan ikki ein livandi møguleika at vinna á Portugal

Verður hugt eftir oddsunum, sum størstu veddingarfyritøkurnar í heiminum hava uppá føroyskan sigur ímóti Portugal í HM-undankappingardystinum í Porto í annaðkvøld klokkan 19.45, so hava Føroyar als ongan møguleika at vinna ímóti Portugal.

 

Bet-at-Home hevur minsta oddsið uppá føroyskan sigur. Bet-at-Home bjóðar "bara" odds 44,21 uppá, at Føroyar vinna. Ladbrokes bjóðar heili odds 151 uppá føroyskan sigur.

 

888 Sport tímir ikki at bjóða odds uppá portugisiskan sigur, og hinar veddingarfyritøkurnar hava millum 1,01 og 1,02 í odds uppá portugisiskan heimasigur.

 

Bet-at-Home er eisini veddingarfyritøkan, sum trýr "frægast" uppá, at Føroyar kunnu fáa ein javnleik. Bet-at-Home hevur odds 17,21 uppá, at Føroyar megna ein javnleiki. 188 Bet hevur hægsta oddsið uppá javnleiki. Teir bjóða odds 31 uppá javnleik.

 

Danske Spil bjóðar odds 1,02 uppá portugisiskan sigur, odds 16 uppá javnleik og odds 55 uppá føroyskan sigur. 

 

Gjøgnumsnitsoddsini siga 1,02 uppá portugisiskan sigur, 20.86 uppá javnleik og 62,94 uppá føroyskan sigur.

 

Her eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum uppá dystin Portugal-Føroyar: 

 

         VEDDINGARFYRITØKUR: 1X2
10Bet  1.01 22.75 64.75
188BET  1.02 31.00 86.00
888sport   20.00 51.00
bet-at-home  1.02 17.21 44.21
bet365 1.02 26.00 76.00
Betclic  1.02 18.00 40.00
Betfair  1.03 19.00 67.00
Betsafe 1.0117.5045.00
Betsson 1.0117.5045.00
BetVictor  1.02 23.00 126.00
Betway  1.01 19.00 51.00
bwin  1.01 16.50 51.00
ComeOn  1.01 22.75 64.75
Expekt  1.02 18.00 40.00
Interwetten 1.0218.0048.00
Ladbrokes  1.02 29.00 151.00
mybet 1.0218.0040.00
Paddy Power  1.02 19.00 56.00
Unibet  1.01 22.00 61.00
William Hill 1.0223.0051.00
Gjøgnumsnitsodds:1.0220.8662.94