Ein nýggja gassleið, sum kann nøkta allan tann danska tørvin í mong ár, er funnin í tí danska partinum av Norðsjónum Talan er um eina leið, sum eitur Svanefeltet, og tann seinasta metingin hjá Orkuráðnum sigur, at har eru umleið 100 milliardir rúmmetrar av gassi, skrivar Ingeniøren.
Gassið er einar fimm kilometrar undir havbotninum, og Orkustýrið ásannar, at tað verður bæði trupult og kostnaðarmikið at fáa gassið upp haðani.
Dong Energy eigur rættindini til gassið, og Søren Gath Hansen, forstjóri í Dong, sigur við Ingeniøren, at felagið fer ikki at bora á leiðini fyrr enn í fyrsta lagi í 2011, og síðani skal støða takast til, um tað kann loysa seg at taka gassið upp, sigur hann.
Sambært Orkustýrinum kann gassið í Svanefeltet nøkta ta donsku gassnýtsluna í 25 ár.