Risaskip forðar skipaferðslu í Suez-veitini

Sambært Guardian er Ever Given 400 metrar langt, og skipið vigar heili 220.000 tons.

 

Risastóra bingjuskipið Ever Given hevur siglt seg fast í Suez-veitini og liggur nú tvørt fyri og blokerar fyri allari skipaferðslu. Sambært útlendskum miðlum er skipið á veg til Rotterdam í Niðurlondum.

Tað var í gjár, at skipið sigldi seg fast - og so rimmarfast eisini, leggja miðlar aftrat, sum skriva um málið í morgun. Suez-veitin er ógvuliga týdningarmikil farleið innan skipaferðslu.

Sambært Guardian er Ever Given 400 metrar langt, og skipið vigar heili 220.000 tons. Suez-veitin, sum liggur í Egyptalandi, er sambært miðlunum 190 kilometrar long, 24 metrar djúp, og hon er 205 metrar breið.

Suez-veitin bindur saman Miðalhavið og Reyðahavið og er týdningarmiklasta sjóvegis farleið millum Evropa og Asia. Sambært Cairo News liggur bingjuskipið tvørt fyri í Suez-veitini.