Risarnir taptu

La Liga: Bæði FC Barcelona og Real Madrid taptu í vikuni

Mynd: (Scanpix) Robert Lewandowski fekk eitt mál, men einki stig

Spanska landskappingin er nú farin inn í endaspurtin, men tað er so sum so við spenningi í oddinum. FC Barcelona er 11 stig fremst og tað stendur við eftir umfarið í vikuni.

 

Carlo Ancelotti, venjari hjá Real Madrid, hevur sagt at hann ætlar at leggja trýst á FC Barcelona í meistarastríðnum, men í katalansku holuni hjá Girona fekk væl lyddi venjarin og liðið hjá honum eitt smekk frammaná.

 

Real Madrid tapti 4-2. Sermerkt við dystinum var, at Valentin Castellanos skoraði øll fýra málini fyri Girona. Við hesum tóktist greitt, at Real Madrid nú kann hugsavna seg um Champions League og sponsku steypakappingina.

 

Seinni kundi FC Barcelona økja um munin, men eisini teir taptu. Meðan Real Madrid tapti í katalanska Girona, so tapti FC Barcelona í Madrid móti Rayo Vallecano. Heimaliðið kom á odda 2-0, áðrenn FC Barcelona og Robert Lewandowski minkaðu munin. Tað var ikki nokk til stig.

 

Hetta kemur nokk ikki at ávirka meistarastríðið, men Real Madrid er nú bara tvey stig fammanfyri grannarnar úr Atletico Madrid, sum vann 3-1 á Mallorka.

 

Mynd: (Scanpix) Robert Lewandowski fekk eitt mál, men einki stig