Risarnir fullu í Liga Cup kappingini

Eisini í tí minni ensku steypakappingini - Liga Cup - hendi ein sensasjón í kvøld. Tað eydnaðist Burnley at koppa oddaliðnum, Chelsea á Stamford Bridge. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Tá 27 minuttir vóru farnir skeyt Didier Drogba Chelsea fram um, og nú hildu tey flestu, at Chelsea fór at koyra sigurin heim. Men soleiðis fóru tað ikki at verða. Tá 70 minuttir vóru farnir javnaði Akinbiyi fyri Burnley, og teir 6.000 Burnley-áskoðarnir vóru ovurfegnir. Chelsea brendi nógvar málmøguleikar, bæði í vanligu og í longdu leiktíðini, men inn í málið vildi bólturin ikki. Liðini fóru undir brotsspørkini. Endin varð, at liðini máttu taka 6 brotsspørk í part, og Burnley varð omaná 6-5, tá saman um kom. Wayne Bridge brendi fyri Chelsea, og John Obi Mikel brendi tað avgerandi brotssparkið, sum gjørdi, at Burnley fekk eitt minniligt kvøld. Tottenham heldur fram við góðu gongdini. Teir vunnu aftur á Liverpool í kvøld. Hesaferð 4-2 á heimavølli. Støðan í hálvleikinum varð 3-0 til Tottenham. Roman Pavlyuchenko og Frazier Campell skutu tvey mál í part fyri Tottenham.

 

Úrslitini í 1/8-finalunum:

 

Brighton 1-4 (1:2) Derby

Arsenal 3-0 (1:0) Wigan

Derby 2-1 (2:1) Leeds

Stoke 2-0 (1:0) Rotherham

Swansea 0-1 (0:1) Watford

Manchester United 1-0 (0:0)Queens P.R

Chelsea 5-6 (1:0) Burnley

Sunderland 1-2 (0:0) Blackburn

Tottenham 4-2 (3:0) Liverpool