Terji, Kim og James. Trý tey størstu nøvnini framføra í Havn komandi vikuskifti. Kremið av kreminum. Tað kann sigast um tónleikararnar, ið framføra í Manhattan komandi vikuskifti.
Fríggjakvøldið spælir hittmaskinan Terji Rasmussen, meðan Kim Hansen og James Olsen standa fyri leygarkvøldinum. Sostatt verður lagt upp til tvey ordans syngið-við kvøld, har tríggir av Føroya bestu vísa fram tað besta, teir hava smíðað seinastu 20 árini.