Bilverksmiðjan Ford Motor Co. hevði eitt sera vánaligt ár í fjør. Roknskapurin vísir, at fyritøkan hevði 12,7 mia. dollarar ella smáar 73 mia. krónur í halli í 2006, og tað er ringasta úrslitið hjá felagnum, síðani tað bleiv stovnað í 1903. Næstringasta árið var 1992, tá hallið var um 40 mia. krónur. Leiðslan sigur, at tað vánaliga úrslitið komst av minkandi sølu og umleggingum, og hon hevur longu boðað frá, at fyritøkan fer eisini at hava hall í ár, næsta ár og í 2009.









