Risabumbur yvir Bagdad

Amerikanarar eru nú farnir at nýta risasterkar bumbur í álopinum á Bagdad. Tær fyrstu vórðu nýttar gjáranáttina.

Útlendsk tíðindafólk, sum eru í Bagdad, siga, at tað kendist, sum skalv allur tann irakski høvuðsstaðurin gjáranáttina. Orsøkin var, at amerikanarar høvdu slept teimum risaterku bumbunum "bukner busters" niður yvir mál í býnum.
Tað vóru tvey flogfør av B-2 slagnum, sum sleptu tveimum av teimum risaterku GBU-37 bumbunum niður yvir Bagdad í náttarmyrkrinum. Hvør bumban vigaði tvey tons, og spreingingarnar vóru øgiligar. Amerikanska herleiðslan segði í gjár, at bumburnar vórðu sleptar niður yvir eina sera týðandi samskiftisstøð hjá iraksku herleiðsluni, men arabiska sjónvarpið al-Jazeera vildi vera við, at bumburnar høvdu rakt eitt sjúkrahús og onnur mál, sum ikki eru av hernaðarligum slagi. Tær sterku bumburnar eru annars útgjørdar at raka sera beint.
Útlendsk tíðindafólk søgdu, at bumburnar høvdu rakt okkurt mál nærhendis miðbýnum í Bagdad, og at roykurin var nógvur langt út á fyrrapartin í gjár.
Hetta er fyrstu ferð, at amerikanarar hava nýtt so sterkar bumbur í Irak-krígnum.