Risabót fyri at frakta pengar fyri Bagger

Fyrrverandi súkklarin, Jens Veggerby, skal gjalda út við hálva millión í bót fyri at hava fraktað pengar fyri svikadømda IT Factory stjóran, Stein Bagger. Tað kostar Jens Veggerby 65.000 evrur at hava fraktað 270.000 evrur fyri Stein Bagger uttan at hava uppgivið upphæddina til Skat, skrivar tv2.dk.

Hægstirættur hevur avgjørt, at tað skal kosta 25% av óupplýstu upphæddini ? minus tær 10.000 evrurnar, sum tú lógliga kanst frakta uttan at boða Skat frá.

Tað merkir, at Statsadvokaturin fyri Serligan Fíggjarligan Kriminalitet fer at krevja 65.000 evrur, sum svarar tikl 487.000 krónur. Hetta hóast Jens Veggerby ikki átti pengarnar og sjálvur meldaði seg til løgregluna, tá málið um IT Factory fór á rull.

Kortini er Veggerby og sakførararnir hjá honum væl nøgdir.

Vit eru fegnir. Tað var jú púrasta úti av proportiónum, tá ákærumyndugleikin vildi hava 100%. Og tað var úti av proportiónum, at býarrætturin setti bótina til 75% av upphæddini. Nú er eitt sindur meiri skil í, sigur verjin hjá Veggerby, Peter Blinkenberg.

Jens Veggerby vil tó ikki gjalda eina krónu, tí hann noktar seg sekan. Við tv2.dk sigur hann, at hann var í góðari trúgv og ikki hevði ánilsi av, at hann fraktaði so nðogvar pengar fyri Stein Bagger. Upphæddina hevur Statsadvokaturin fingið frá fyrrverandi konu hjá Stein Bagger, Martina Bagger, sum eisini er vitni í málinum.

Málið móti Jens Veggerby bíðar eftir einum máli um ein danskan gimsteinahandlara, sum ferðaðist til Dubai at keypa gimsteinar. Han hevði 700.000 krónur og 120.000 dollarar við sær. Í býarrættinum varð hann dømdur eina bót á 75% av upphæddini, men Landsrætturin setti hetta niður í 37,5%.