Meiri enn helmingurin av heimsins fólki búgva í býum, men summir býir veksa ov skjótt.
Ongantíð eru so nógv fólk flutt inn í teir stóru býirnar sum tey seinastu árini. Í altsamt fleiri býum fer fólkatalið upp um 10 milliónir, og tað hevur stórar avbjóðingar við sær.
Á einari ráðstevnu hjá Worldwatch Institute í gjár kom fram, at stórbýir sum Lagos í Nigeria og Nairobi í Kenya veksa so skjótt, at vandi er fyri, at alt endar í ruðuleika. Høvuðstrupulleikarnir eru fátækrabýarpartar, vatntrot, dálking, ferðsluóskil og eitt samferðslukervi, sum als ikki megnar at fylgja við tí veksandi fólkatalinum.
Worldwatch Institute sigur í einari nýggjari frágreiðing, at trupulleikarnir í býum sum Lagos og Nairobi eru so stórir, at altjóða politikarar noyðast at taka teir í álvara.
-Tey seinastu 20 árini hava vit tosað um veðurlagið, men eftir okkara tykki noyðast vit eisini at loysa teir ovurstóru trupulleikarnar, sum standast av, at heimsins fólk savnast í stórum býum, sigur nevndarformaðurin í Worldwatch Institute, norðmaðurin Øystein Dahle, við Aftenposten.
Worldwatch Institute sigur, at tað eru lond, sum hava megnað at loysa trupulleikarnar so hvørt, men at summastaðni eru teir so stórir, at tað kann enda við ruðuleika.