Í fleiri ár hevur Súni í Hjøllum á Toftum, sum eisini er borgarstjóri í Nes kommunu, havt stórar veturgamlar veðrar.
Soleiðis er árið í ár einki undantak.
Í vikuni hevur borgarstjórin flett tríggjar veturgamlar veðrar, og tað er ein fantastisk vekt, sum Súni í Hjøllum her hevur fingið.
Teir tríggir veðrarnir vigaðu ávikavist 126, 118 og 108 pund.
Súni í Hjøllum hevur lagt myndir av veðrunum út á sín Facebook-vanga, og vit hava loyvt okkum at tikið myndirnar við í henda tíðindastubba.
Á Facebook-vanganum verður borgarstjórin spurdur, um hetta er met í vekt, men nei - tað er tað ikki.
- 138 pund vigaði ein veðrur í fjør, og tað er met, er svarið hjá Súna í Hjøllum.
##med2##
##med3##