Fríggjakvøldið, tá fiskikappingin er av, verður risa-stóra vatnkríggið á Sjómannadegnum.
Vatnkríggið er eitt av veruligu hæddarpunktunum hjá flestu børnunum á Sjómannadegnum, men áðrenn sjálvt kríggið skulu fløskupostar eisini sendast.
Farið verður umborð á sjórænaraskipið, tá fiskikappingin er av – á leið klokkan 19.00. Børnini skulu vera í bjargingarvestum og helst eisini sminkað sum sjórænarar.
Við sjórænaraskipunum verður farið út á Kalsoyarfjørð at tveita fløskupost, áðrenn siglt verður inn á Vágna, har vatnkríggj verður millum bátarnar. Skilabest er at vera í klæðum, sum kunnu gerast vát, tí luttakararnir kunnu gerast dýggjvátir. Sjórænarakongurin mælir eisini teimum, sum ætla sær í kríggj, at gera seg til reiðar við vatnballónum, ikki luftballónum.
Smærri børn saman við foreldrum verða boðin umborð á verjuskipið Brimil, sum eisini luttekur í vatnkrígginum (avmarkað atgongd).
Tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum, og tí verður eisini skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini - heimið á Stongunum niðan fyri egningarskúrarnar. Her ber eisini til at síggja vatnkríggið millum skipini.
Tilmelding til vatnkríggið og til at senda fløskupostar fer fram hjá deildini hjá Eik Banka í Klaksvík.










