Tiltakið, sum verður vikuskiftið 2. og 3. juni í miðbýnum í Havn, tá ið eisini Mentanarnátt er, verður heilt nágreiniliga í Tórsgøtu. Tað er Margarinfabrikkin, ið hevur tikið stig til tiltakið, og júst Margarinfabrikkin kemur at hava ein týðandi leiklut undir sjálvum tiltakinum.
Seks spælistøð
Fyrireikararnir av tónleikatiltakinum hava fingið loyvi til at steingja Tórsgøtu av hesar báðar dagarnar, og at kalla øll neyðugu loyvini eru fingin til vega.
Ikki færri enn seks ymisk spælistøð verða nýtt til tiltakið. Fimm av teimum, Margarinfabrikkin, Gríma, Miðlahúsið, Sjómansheimið og Snarskivan eru innandura, og harumframt verður gjørdur ein stórur pallur á parkeringsøkinum uttan fyri Sjómansheimið.
Høvuðsendamálið við tiltakinum er at seta føroyskan tónleik í miðdepilin, og at varpa ljós á tað fjølbroytta tónleikaumhvørvi, sum vit hava í Føroyum, siga fyrireikararnir.
Bert føroyskur tónleikur
Allur tónleikurin, ið verður framførdur og spældur á stóra tiltakinum, verður føroyskur. Ætlanin er, at útboðið av tónleiki skal spenna so víða sum gjørligt, soleiðis at nakað verður fyri allar aldursbólkar.
Tí verður eitt nú bæði føroyskur dansur, poppur, punk, gospel, kór, blues og tungur rokkur á skránni hesar dagarnar, soleiðis at nakað verður fyri øll. Júst hvørji nøvn borðreitt verður við, er ikki greitt enn, men hetta verður væntandi kunngjørt í næstum.