50.000 hermenn úr 31 londum fara at luttaka í stóru NATO-venjingini Trident Juncture. 70 hernaðarskip, 250 hernaðarflogfør og 10.000 hernaðarakfør vera eisini við í venjingini, sambært NATO.
Venjingin á landi gongur fyri seg í mið- og eysturnoregi, meðan venjingin á sjógvi verður í Norðuratlantshavi. Venjingin byrjar í dag og endar 7. november.
Endamálið við venjingini er at royna evnini hjá hernaðarsamgonguni at venja og virka í felag, eisini í norðaru økjunum. Venjingin skal eisini royna evnini hjá hermonnunum og útgerðini í køldum veðrið og torførum veðurumstøðum, sum í Norðurlondum.
Føroyskir myndugleikar eru eftir øllum at døma ikki kunnaðir um venjingina. Gunnar Holm Jacobsen, fulltrúi í Uttanríkismálaráðnum, sigur seg ikki hava fingið at vita nakað um, at hendan venjingin eisini verður í føroyskum øki.
Føroyar eru partur av NATO sum partur av danska ríkinum og verjumál eru danskt málsøki. Hetta er ikki fyrstu ferð, at danir ikki kunnað Føroyar um eina slíka venjing og í summar sendi landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, eitt mótmæli til danskar myndugleikar um, at teir ikki høvdu kunnað Føroyar um eina NATO-venjing í føroyskum sjóøki.
Miðlahúsið hevur sett seg í samband við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Arktisk Kommando í Føroyum, men eingin har kann svara okkum, júst hvussu nær Føroyum hendan venjingin verður.
Vit hava eisini vent okkum til miðlafólkini á NATO-høvuðsstøðini í Bruxelles, sum skal kunna svara øllum spurningum um Trident Juncture venjingina, men higartil uttan at fáa nakað svar.