Risa lop á styrkislistanum

Sigurin í Athen hevur flutt Føroyar 82 pláss fram á FIFA styrkislistanum

Hóast tað støðugt hevur gingið skeiva vegin hjá Føroyum á FIFA styrkislistanum í seinastuni, so er vend nú komin í.

 

1-0 sigurin hjá Føroyum í Athen fyri gott og væl tveimum vikum síðani, hevur flutt Føroyar 82 pláss fram á FIFA styrkislistanum, soleiðis at Føroyar nú liggur nummar 105 í heiminum.

Hetta er tað næst hægsta, ið Føroyar nakrantíð hava ligið. Einans í 1999, tá føroyska landsliðið lá sum nummar 104, hevur verið betri á FIFA styrkislistanum.

 

Føroyar er nú frammanfyri Saudi Arabia, ið fleiri ferðir ferð áður hevur verið við til HM endaspøl. Harafturat er Føroyar bert 3 pláss aftanfyri Australia, ið somuleiðis hevur spælt fleiri HM endaspøl.