FIFA hevur givið Luis Suarez leikbann í níggju landsdystir fyri Uruguay, og fýra mánaðir frá øllum fótbólti. Luis Suarez hevur eisini fingið eina bót á áleið 760 túsund krónur. Tað hevur altjóða fótbóltssamgongan kunngjørt á tíðindafundi í Brasil í dag.
Les eisini: (Kjak) Hvussu langt leikbann skal Suarez hava?
Leikbann og bótin er ein avleiðing av, at framherjin hjá Uruguay beit italska miðverjan Giorigo Chiellini, tá liðini spældu seinasta dystin í HM bólkaspælinum. Leikbannið gongur sostatt eisini út yvir Liverpool, sum er felagið hjá Luis Suarez.
Fyrstu meldingarnar siga, at Uruguay kann kæra avgerðina um níggju landsdystirnar, men at Liverpool ikki kann kæra viðvíkjandi teimum fýra mánaðunum, sum Luis Suarez ikki hevur loyvi at spæla fótbólti.
Les eisini: Tippaði Suarez at bíta og vann
Talan er um longsta leikbannið í HM søguni. Hetta er greið tala frá FIFA, sum heilt greitt tekur støðu frá Luis Suarez, sum tvær ferðir fyrr hevur bitið mótstøðuspælarar.