Risa KT-verkætlan

Almannastovan og Atlantstøkni, supartur av NEMA-samtakinum, settu í farnu viku sjøtul á stóra KT-verkætlan Í farnu viku varð sjøtul settur á eina av Føroya størstu KT-verkætlanum. Talan er um at menna Almannastovuni eina nýggja KT-skipan, ið skal loysa av tær átta, ið frammanundan eru.

Við nýggju skipanini fær Almannastovan eina og somu skipan, ið skal nøkta tørvin tey nógvu komandi árini.

Heildarskipanin, ið fer at streymjavna og nútímansgera almannaverkið, inniheldur m.a. modul til forsorg, pensjónir, dagpening, journalisering og málsviðgerð.

- Skipanin tryggjar, at allar tænastuveitingar lúka treytir og krøv frá lóggávum og reglum. Harnæst fer skipanin at gera sítt til, at vit fáa eitt vælvirkandi og smidligt almannakervi, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni.

Umframt at Almannastovan fer at kunna veita smidligar og dagførdar tænastur, er talan um eitt stórt frambrot í føroyskum KT-høpi.

- Vit skulu altíð taka atlit, ið javnviga millum krøv, ynski og skyldur, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum.

- Hvar fáa vit mest fyri peniningin, og hvar fær ætlaða loysnin størst árin? Hetta eru spurningar, ið til eina og hvørja tíð skulu kunna svarast út frá einum almennum sjónamiði. Poul Geert Hansen metir, at árinini av hesum útboðnum fara síggjast fleiri ár fram.

Í útboðnum til verkætlanina vóru bæði útlendskar og føroyskar fyritøkur, og tað var Atlants Tøkni, ið er partur av Nema-samtakinum, ið hevði bestu loysnina, tá ið av tornaði.