Risa-hall hjá Sørvágs Laks

Ársroknskapurin fyri 2003 sýnir eitt hall á nærum 20 mió kr

roknskapur

Kreppan í alivinnuni fekk enn eitt prógv á borðið, nú roknskapurin hjá Sørvágs Laks varð framlagdur.
Ikki minst er tað ILA-smittan á alibrúkinum, sum ávirkar roknskapin. Hetta hevur viðført, at goymslan er niðurskrivað við 8,5 mió kr. Hartil hevur søluprísurin av laksi verið ov lágur í farna ári, og tilsamans hevur hetta so givi eitt hall á 19.527 tkr.
Í ársfrágreiðingini sigur nevndin seg vera í samráð við ognarar um møguliga skuldarumlegging, men enn hevur ikki borið til at staðfest, hvørt hendan verður veruleiki.