Átta feløg, sum reka fiskavirki og partvís hava skiparakstur, høvdu samanlagt eitt hall í fjør upp á 58,7 miljónir krónur. Árið fyri var hallið heilar 103,7 miljónir krónur. Tað framgongur av árligu greiningini hjá grannskoðarafelagnum Nota.
Luttakandi feløgini, sum eru við í hesi greining, eru P/F Føroya Fiskavirking við 54,7 % av rávøruni í 2008, P/F Kósin (14,6%) P/F Fiskavirkið í Gøtu (8,2%), P/F Delta Seafood (8,2%), P/F Sandoy Seafood (5,6%), P/F Vaðhorn (5,1%), P/F Norðís Seafood (2,5%) og Sp/f Eystís Seafood (1,1%). Men tað er vert at leggja merki til, at onnur virki eisini virka innan somu vinnu.
Í stuttum gevur ársúrslitið hjá hesum átta feløgunum í 2008 eitt samalað hall upp á 58,7 miljónir. Hetta er tó eitt frægari úrslit enn í 2007, tá samlaða hallið var heilar 103,7 miljónir krónur.
Á fundi í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon seinasta hósdag, helt Bjarni Arnason, sum saman við Jacobinu í Lambanum stóð fyri framløguni, tað vera áhugavert, at fólk yvirhøvur hætta sær undir fiskaframleiðslu, soleiðis sum gongdin hevur verið seinnu árini.
- Tað er gott, at fólk hava mót uppá at fara í gongd, tí tað er ein sannroynd, at føroyska fiskavirkisvinnan hevur ongantíð givið tað stóra, sum hann tók til.
Bjarni sipaði í hesum sambandi til, at P/F Kósin í Klaksvík nú er undir endurreisn og væntandi letur uppaftur í nærmastu framtíð.