Risa gasstangaskip í Nólsoyarfirði

Um 15.30 tíðina legði risaskipið, Mærsk Meridian, stilt í Nólsoyarfirði at seta tveir reparatørar av og taka onkra smávegis útgerð umborð.

Fróði Danielsen, ið hevur siglt sum fyrsti stýrimaður við skipinum, sigur, at Mærsk Meridian er 278 metrar langur og lastar 165.000 kubikkmetrar av nátúrgassi.

Skipið hevur fasta lastingarhavn á Melkøya við Hammerfest, men avlastar ymsastaðni í Europa og USA, einamest í Spania.

Fróði Danielsen sigur, at skiparin á Mærsk Meridia er føroyingur, Dánjal Pauli Lisberg úr Vestmanna, yvirstýrimaður er Jóan Petur Joensen úr Klaksvík, meðan maskinstjórin er Dávur Petur Juul úr Fuglafirði.

Mærsk yvirtók Mærsk Meridian í 2010 av skipasmiðju í Korea.

Skipið er tómt nú og stingur einar 8-9 metrar, meðan tað lastað stingur um 12,5 metrar, sigur Fróði Danielsen.

Við skipinum eru 22 til 24 mans alt eftir, um teir hava aspirantar umborð.