Tað er nú greitt, at ætlanin at byggja eina tvíhøll í Vesturbýnum verður útsett í óásetta tíð. Ístaðin fyri verður farið undir at byggja hallirnar í Gundadali munandi út. Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í kvøld.
Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at játta 19 milliónir krónur til at byggja Gundadalshøllina út, so at umstøðurnar verða munandi betri.
Samstundis hevur býráðið samtykt at játta milliónir krónur til at byggja eina høll til judo og eina høll til borðtennis, upp í Badmintonhøllina í Gundadali.
Harafturat hevur býráðið samtykt, at ítróttarfeløgini skulu sleppa undan at rinda býráðnum leigu fyri hallirnar. Tað fer at spara ítróttarfeløgunum stívliga 1,3 milliónir um árið í leigu.
Tann peningin kunnu tey so brúka til ítróttarlig endamál, heldur enn at rinda leigu til Tórshavnar Kommunu, halda býráðslimir.
Á býráðnum varð ført fram, at tað er bráðneyðugur tørvur á at útvega hallarpláss til ítróttin í Havnini og tí er avgerðin tikin um at byggja út í Gundadali, heldur enn at fara undir tvíhøllina í Vesturbýnum nú. Tí verður mett, at hetta er eitt risa framstig, eisini fyri judo og borðtennis, sum hava verið forsømd.
Farast kann undir úttbyggingina í Gundadali alt fyri eitt. Men skal haldast fast um risahøllina í Vesturbýnum, er tað ein verkætlan, sum tað tekur tíð at fyrireika. Samstundis fer ein slík høll at kosta 100 milliónir, og so er ikki nógv eftir til onnur endamál.
Býráðslimir halda ikki, at tað ber til at bíða longri við at útvega betri umstøður til ítróttin, og tí er høllin í vesturbýnum útsett til frama fyri útbyggingarnar í Gundadali, sum farast kunnu undir alt fyri eitt.
Men dentur er lagdur á, at ætlanin at byggja eina risahøll í Vesturbýnum, er ikki slept. Tann ætlanin verður tikin fram aftur, tá ið umstøður verða til tað, men tað verður ikki fyrrenn um nøkur ár.
Býráðið hevur eisini samtykt at játta góðar fýra milliónir til ítróttarøki á Argjum og sum skiltist skal tað brúkar til at fyrireika eina ítróttarhøll har, eitt nú at útvega lendi til endamálið.
Myndin er av teimum seks meinigu javnaðarfólkunum í Tórshavnar Býráði, frá vinstru, Elin Lindenskov, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Sigrún Mohr, Tróndur Sigurðsson og Halla Samuelsen.
|











