Næsta ár fáa føroyskir sjúklingar, sum noyðast til Danmarkar í serviðgerð, eitt spuldurnýtt sjúklingahotell at vera á mitt í Keypmannahavn.
Tað ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum, John Johannessen.
Umstøðurnar á sjúklingarhotellinum Tórshavn í Keypmannahavn eru alt annað enn góðar.
Men tá ið nýggja hotellið stendur klárt, verður tað eitt risa framstig fyri teir sjúklingar, sum noyðast til Danmarkar at leita sær heilsubót.
John Johannessen sigur, at hann hevur tosað við politisku flokkarnar um málið. Undirtøkan hevur verið so mikið góð, at á Ólavsøku fær hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at játta pening til ætlanina.
Yvirkomuligur prísur
Hann dugir ikki at siga, hvussu nógv, hetta fer at kosta.
- Vit eru ikki heilt liðug at samráðast um prís, men tað ber longu nú til at staðfesta, at príslegan avgjørt verður á einum stigi, sum kann góðtakast.
Men ein avgerðandi spurningur í hesum sambandi er, hvussu tað verður at sleppa burtur úr sáttmálanum um Hotell Tórshavn, sum nú er.
- Vit hava sáttmála við Hotell Tórshavn fram til 2020 og siga vit sáttmálan upp nú, kunnu vit koma undir endurgjald.
Hvussu stórt eitt møguligt endurgjaldskrav verður, veit hann ikki, tí enn hava tey ikki tosað so neyvt við tey, sum eiga hølið, har Hotell Tórshavn nú er.
Men annars er at kalla bara at flyta útreiðslurnar til Hotell Tórshavn yvir á nýggja hotellið, so fíggjarliga er ikki talan um nakra tunga byrðu.
- Umframt útreiðslurnar til sjálvt hotellið, brúka vit nógvar pengar upp á at leiga íbúðir í býnum til sjúklingar, sum eru í langtíðarviðgerð, og húski teirra, sigur landsstýrismaðurin.
Tá ið nýggja hotellið væntandi verður veruleiki, slepst undan teimum útreiðslunum.
- Hóast tað ikki ber til at siga, hvussu stórar útreiðslurnar til nýggja hotellið verður, verða tær í øllum førum rættiliga yvirkomuligar, sigur John Johannessen.
Sjálvur ivast ikki eina løtu í, at vit eiga at taka av hesum møguleikanum.
- Tað er ikki ofta, at vit fáa møguleikan at útvega eitt spildurnýtt, nýmótans sjúklingahotell í Keypmannahavn, sum er bygt til endamálið og sum harafturat er líka nær við Ríkissjúkrahúsið, sum hotellið, vit nú hava, staðfestir hann.
Tað, sum talan er, at eitt danskt felag er sinnað at byggja ein bygning, sum Heilsumálaráðið síðani leigar til sjúklingahotell.
Frá grundini
John Johannessen sigur, at tann heilt stóri fyrimunurin við bygninginum er, at føroyskir myndugleikar vera við frá fyrsta degi, so at húsið verður innrættað, soleiðis sum vit sjálvi vilja hava, at okkara sjúklingahotell skal verða innrættað.
Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin havt ein ráðgevandi bólk við umboðum frá Heilsumálaráðnum, Landsverki, Landssjúkrahúsinum, sjúklingarráðnum og visitatiónsnevndina, Hotel Tórshavn og sendistovuni í Keypmannahavn.
- Tilmælið er heilt greitt, at hetta er ein verkætlan, vit eiga at fara undir, sigur John Johannessen.
- Taka vit ikki av tilboðnum nakað skjótt, verður ein íbúðarblokkur bygdur ístaðin og so verða vit verandi í hotellinum, vit nú hava, fram til 2020.
Nýggja hotellið er í trýkantinum ímillum Omøgade, Æbeløgade og Venøgade, heilt stutt frá Tåsingevej, har Hotell Tórshavn nú er.
- Men frá nýggja hotellinum verður skjótari og einfaldari at ferðast inn á Ríkissjúkrahúsið.
Sostatt verður nýggja, føroyska sjúklingahotellið bygt saman við grønlendska sjúklinghotellinum, sum er í gerð.
- Í veruleikanum vóru tað grønlendingar, sum vístu okkum á hendan møguleikan, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Hann leggur afturat, at ætlanin er at samstarva við grønlendska sjúklingahotelli um ymsar hentleikar, so at bæði hotellini kunnu fáa ein fíggjarligan fyrimun burtur úr tí.
John Johannessen leggur afturat, at taka vit av hesum tilboðnum, fáa vit skapt føroyskum sjúklingum í Keypmannahavn, og húskjum teirra, umstøður, sum eru ljósár framman fyri tað, sum tey hava á Hotell Tórshavn.
95 fólk
Í nýggja sjúklingahotellinum, sum ætlanin er at útvega í Keypmannahavn, er pláss fyri 95 fólkum.
Í sjúkingahotellinum, sum er nú, er pláss fyri 101 fólkum.
- Men tað verður himmalvíður munur á, at umstøðurnar verða betri á nýggja hotellinum, sigur John Johannessen.
Í hotellinum, sum nú er, eru fleiri fólk á sama kamari, fólk verða flutt ímillum kømur og umstøðurnar yvirhøvur eru sera vánalig. Lyftirnar virka illa, tað er tórført at sleppa inn og út í koyristóli, har er kalt, nógvur larmur og seinasta plágan eru kykt av ysum slagi.
Tað er heldur onki loyndarmál, at økið hevur verið herjað av innbrotum og tað hevur Hotell Tórshavn eisini merkt.
- Ónøgdin við umstøðurnar er sera stór, leggur hann afturat.
Í tí nýggja hotellinum eru 57 kømur. Fleiri av teimum eru einmanskømur, sum eisini kunnu kunnu gerast til tveymannakømur. Har eru eisini tveymannakømur, umframt kømur til rørslutarnað og størri og smærri íbúðir til húski, tá ið talan er um langtíðarviðgerð.
Harafturat er rúm at hava andakt í og í kjallaranum eru rúm til ítriv av ymsum slagi og nýggja hotellinum verður eisini eitt viðgerðarrúm.
Á horninum beint við er handil.
Tað hevur leingi verið hugsað um at bøta um umstøðurnar hjá føroyskum sjúklingum í Keypmannahavn.
Einaferð varð talan um at keypa eitt niðurlagt røktarheim, men ein bólkur, sum kannaði málið, mælti frá og mælti heldur til at byggja nýtt.
John Johannessen sigur, at hóast vit flyta fleiri og fleiir sjúklingar aðrastaðni, verður Ríkissjúkrahúsið okkara høvuðs sjúkrahús uttanlands í nógv ár afturat og tískil er avgjørt grundarlag fyri einum sjúklingahotelli í Keypmannahavn, sigur John Johannessen.