Risa frambrot í stríðnum móti AIDS

Ein anti-retrovirus tablett minkar munandi um vandan fyri at fáa AIDS, heilt upp til 90%, vísir ein umfatandi kanning. Tað kann broyta stríðið móti sjúkuni fullkomiliga. Stríðið móti AIDS stendur á gáttini til eitt sensationelt frambrot. Soleiðis ljóðar metingin eftir at ein tablett hevur víst seg at vera serstakliga effektiv móti sjúkuni.

Ein sonevnd anti-retrovirus tablett, sum skal takast hvønn dag, hevur sambært New York Times minkað um vandan fyri at fáa HIV við samlegu hjá royndarpersónunum við upp til 90%.

Í førum, har menninir gloymdu at taka tablettina, var vandin kortini minkaður við 44%.

Smáir 2500 menn úr seks londum hava tikið lut í granskingar verkætlanini, sum University of California hevur staðið fyri. Verkætlanin verður stuðlað av amerikansku myndugleikunum saman við teldumilliarderinum, Bill Gates.

Tablettin inniheldur tvey evni, tenofovir og emtricitabin, og ST kallar longu tablettina fyri eitt frambrot, sum fer at skunda undir preventións kollveltingina.

Tablettin er serliga ætlað monnum, sum ikki kunnu brúka hít, tí teir selja sex, eru í vanda fyri neyðtøku í fongslum, eru undir trýsti frá teirra partnarum ella missa tamarhaldið, tá teir eru fullir ella skeivir av rúsevnum, skrivar New York Times.