Risa-bonus til Capello

Fabio Capello, enski landsliðsvenjarin, situr framvegis væl í sessi sínum. Knúsandi 5-1 sigurin á Kroatia hevur tryggjað bretum luttøku í endaspælinum, og nú hevur italski venjarin fingið eina nýggja gularót at medda eftir. Vinnur Ongland HM, fær Capello eina bonus-upphædd upp á £5 milliónir, og hetta er størsta upphæddin, sum nakran tíð er sett av sum bonus-løn til nakran venjara, vita enskir miðlar at siga.