150 milliónir krónur+Ronaldinho+Zambrotta+Deco=Kaka.
Tað er roknistykkið, sum Barcelona-forsetin, Joan Laporta, ætlar at fáa at ganga upp, nú hann roynir at keypa brasilska Kaka leysan úr Milan.
Milan er longu í samráðingum við Ronaldinho og Zambrotta, og tað hevur øllum at døma givið íblástur til Laporta.
Hann hevur áður víst, at hann er ikki bangin fyri at gera stórar handlar. Soleiðis var keypið av Ronaldinho eitt av hansara fyrstu, tá hann í 2003 gjørdist forseti í felagnum.
Og nógv bendir á, at Kaka er áhugaður í at koma úr AC Milan. Felagið er kanska ikki partur av Champions League kappingini komandi kappingarár. Hartil hevur ljóðað, at teir ikki eru serliga fegnir um, at Kaka hevur sett sær sum mál at vinna OL-gull við Brasil.









