Fótbóltur
Tað var sera óvæntað, tá teir báðir undan hesum kappingarárinum skiftu til lítla West Ham. Fleiri storfeløg høvdu sýnt teimum áhuga, og eitt skifti hevði Tevez ein príslepa a 600 mió kr. um hálsin. Ein prísur, sum í øllum førum dempaði áhugan hjá stórfeløgunum, men sum eisini gjørdi, at eitt felag sum West Ham als ikki skuldi ditta sær nakrar dreymir yvirhøvir.
Sluppu væl
Tí vakti handilin stóran ans, og skuldsetingar um, at ein triði partur í veruleikanum áttu spælararnar, komu skjótt fram.
West Ham eru nú funnir sekir í ákærunum, men fleiri høvdu tó væntað, at revsingin varð harðari enn ”bert” ein bót. Felagið hevur tó skift eigarar, síðani handilin varð gjørdur, og í ensku miðlunum verður gitt, at revsingin varð linari, ta nýggi formaðurin - Eggert Magnusson - alt fyri eitt viðgekk, at felagið hevði framt brot á reglurnar.
Hevði felagið eisini mist stig fyri gøluna, vildi niðurflytingin verið mest sum púrasta vís. Men enn stríðist West Ham av øllum alvi fyri lívinum í deildini. Leygardagin vunnu teir tryggan 3-0 sigur á Wigan, og nú er bjargingin bert trý stig burturi.










