UEFA hevur givið Arsene Wenger eina bót upp á yvir eina fjórðingsmillión krónur, umframt at hann ikki sleppur at sita á bokinum tríggjar teir komandi dystirnar í UEFA samanhangi.
Arsenal venjarin var lítið fegin um avrikið hjá dómarakvartettini í seinnu 1/8 finaluni móti AC Milan á Emirates leikvøllinum. Arsenal vann dystin 3-0, men tapti samanlagt fyri italsku meistaraliðnum, sum vann fyrra dystin 4-0.
- Um eg eri leikbannaður, so er tað ikki rættvíst og eg fari at kæra dómin umgangandi, sigur fraklendingurin sambært Dailymail.
Arsenal venjarin gjørdi vart við sína ónøgd við dømingina á tíðindafundinum eftir dystin, umframt at hann skal hava brúk ósømiligan málburð í løtuni eftir dystin.
Arsene Wenger er somuleiðis misnøgdur við at UEFA verjir dómarnar so væl, at tað ikki ber til at siga nakað við teir. Hetta er triðju ferð at UEFA hevur revsað Arsene Wenger.