Risa bót og leikbann til Bendtner fyri at vísa undirbuksur

Tað gjørdist ein dýr íløga hjá danska framherjanum, Nicklas Bendtner, tá hann eftir at hava javnað til 2-2 móti Portugal vísti fram einar undirbuksur við navninum á eini veddingarfyritøku á. Dómurin frá UEFA er, 750.000 krónur og leikbann í ein dyst.

 

Danski framherjin vísti fram einar grønar undirbuksur við áskriftini, “Paddy Power”, sum er ein írsk veddingarfyritøka. Hetta stríðir ímóti reglugerðini hjá UEFA, sum ikki loyvir einstøkum leikarum at hava seravtalur við fyritøkur. Umframt tað, so hevur danska landsliðið eina stuðulsavtalu við Ladbrokes, sum er ein kappingarneyti hjá Paddy Power.

 

Umboð fyri Paddy Power segði við danska Ekstra Blaðið eftir dystin, at tey eru sinnaði at hjálpa til við at gjalda eina møguliga bót. Nú er hon so her, áljóðandi 750.000 krónur. Men tað er nokk lítið í mun hvussu nógva umtalu veddiingarfyritøkan hevur fingið av ókeypis lýsingum kring heimin.

 

Paddy Power avsannaði somuleiðis, at Nicklas Bendtner hevði fingið pengar fyri at vísa undirbuksurnar fram, men at talan bara var um eina ókeypis gávu.

 

Bótin svarar til áleið 100.000 evrur og Nicklas Bendtner hevur eisini leikbann, tá Danmark 8. septembur tekur ímóti Kekkia í HM 2014 undankappingini.