Tað hendir seg javnan, at eftirlitsmyndugleikarnir ávara folk ímóti at brúka ávísar matvørur, tí at okkurt er galið við teimum.
Og nú er tað so Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum heitir á folk um ikki at brúka eitt ávíst slag av vistfrøðiligum rísi.
Orsøkin til tað er, at smákykt eru funning í nøkrum av pakkunum og tí verður hon afturkallað
Rísini, talan er um, er Grøn Balance Brune Ris, pakkar við einum kilo. Batch nummarið er 180214 og EAN/Strikukodan er 5 701410 348847 .
Talan er um sendingina, har haldførið er til í minsta lagi 10.2015
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at rís av hesi ávísum framleiðsluni, er eisini selt í Føroyum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir teimum, sum hava keypt hesa ávísu rísið um at koyra tað burtur, ella at lata tað inn aftur í handilin, haðani tað er keypt.










