Rio rappar

Nia Jai er navnið á einum rappara úr Manchester, sum letur eina single út 6. oktober

Plátufelagið, sum gevur út stakfløguna er White Chalk. Hetta ljóðar kanska ikki so kent, men maðurin aftanfyri plátufelagið, er als ikki ókendur. Tað er nevniliga Manchester United verjuleikarin Rio Ferdinand. Ferdinand er eisini við á sjálvari stakfløguni, har hann roynir seg sum rappari. Ekstrabladet.dk endurgevur Daily Star, sum veit at siga, at evnini hjá Rio Ferdinand eru betur sum fótbóltsspælari enn sum rappari.