Rio og Gerrard ikki við

Hvørki fyrrverandi liðskiparin ella varaliðskiparin á enska landsliðnum, Rio Ferdinand og Steven Gerrard, eru úttiknir til landsdystin hjá Onglandi móti Montenegro fríggjadagin. Skaðar og vánaligur dystarformur tykist verða orsøkin.

 

Hvørki Manchester United ella Liverpool liðskiparnir hava spælt fast seinastu tíðina á liðnum hjá sær vegna skaðar. Sambært Dailymail var tað tó væntað, at Rio Ferdinand fór at verða úttikin hesa ferð, men Fabio Capello hevur ikki valt at úttaka miðverjan.

 

Í Liverpool er tey fegin um, at Steven Gerrard ikki er úttikin til landsliðið. Hann er júst afturkomin frá skaða og hevur ikki spælt fast í áleið eitt hálvt ár.

 

Enski hópurin:

 

Málmenn: Scott Carson, Joe Hart, David Stockdale

Verjunleikarar: Leighton Baines, Gary Cahill, Ashley Cole, Phil Jagielka, Phil Jones, Micah Richards, John Terry og Kyle Walker

Miðvallarar: Gareth Barry, Stewart Downing, Adam Johnson, Frank Lampard, James Milner, Scott Parker, Theo Walcott og Ashley Young

Framherjar: Darren Bent, Andy Carroll, Wayne Rooney, Danny Welbeck og Bobby Zamora.

 

Ongland skal bara eitt stig fyri at vinna seg víðari til EM 2012 endaspælið.