Nýggi venjarin hjá Onglandi, Roy Hodgson, fer helst at lata Rio Ferdinand verða verandi heima frá EM í summar, meðan Kyle Walker ikki verður við vegna skaða.
Tað skrivar BBC Sports í morgun.
33 ára gamli Rio Ferdinald hevur ikki sælt fyri Ongland síðani 2-2 javnleikin móti Sveis í juni í fjør.
23 manna hópurin verður almanna kunngjørdur klokkan 13 í dag, og sambært BBC verður fyrrverandi liðskiparin, John Terry, eitt av nøvnunum, sum er við á listanum.
Rio Ferdinand hevur drigist við trululleikar við rygginum seinnju árini, men hevur verið á vølli í 30 Premier League dystum hetta kappingarárið, og so ofta hevur hann ikki verið í dysti síðani kappingarárið 2007/08.