Nú er greitt, hvar Rio Ferdinand skal leika, tá Premier League fer av bakkastokki um ein góðan mánað.
Í eina tíð hevur ljóðað, at Rio Ferdinand skuldi skifta til uppflytararnar úr Queens Park Rangers og nú skifti váttað á heimasíðuni hjá Queens Park Rangers.
Harry Redknapp, ið er venjari hjá Queens Park Rangers er væl nøgdur við nýggja keypið. Rio Ferdinand spældi í síni tíð í West Ham undir Harry Redknapp.
- Eg kundi ikki verið meira nøgdur. Rio er ein framúr leikari og ein fyrimynd sum professionelt ítróttarfólk. Eg eri ógvuliga glaður fyri, at hann nú er komin til felagið, segði Harry Redknapp við heimasíðuna hjá QPR, eftir at sáttmálin var komin í hús.
Rio Ferdinand er 35 ára gamal.










