Seinnapartin mánadagin gjørdist so endaliga greitt, at enski landsliðsleikarin, Rio Ferdinand, skiftir til Manchester United fyri 29,3 mio. pund. Rion Ferdinand verður sostatt dýrast verjuspælari í heiminum
Fimm ára sáttmála
Verjuleikarin og Manchester United er komin ásamt um ein fimm ára sáttmála, og Rio Ferdinand fær 70.000 pund um vikuna tey næstu fimm árini.
Rio Ferdinand var fegin um skiftið, - Sjálvsagt eri eg fegin, tí eg skal spæla fyri ein av størstu feløgunum í heiminum, og eg ivist ikki í, at vit fara vinna nógvar titlar næstu árini, segði enski verjuleikarin á tíðindafundinum mánadagin.
Fyri sløkum hálvum øðrum ári síðan, skifti Rio Ferdinand frá West Ham til Leeds fyri 18 mio. pund, so ikki kann annað sigast, at nýggju Manchester United spælarin er ein umbiðin harri.
Stam skal avloysa
Stendur tað til nýggja Leeds -venjaran, Terry Venables, so skal hollendski landsliðspælarin, Jaap Stam, avloysa Rio Ferdinand í Leeds-verjuni.
Jaap Stam hevur spælt í Lazio seinasta árið, og keldur vilja verða við, at hann ikki trívist so væl í Italia, og vil til Onglands aftur, og nú hevur so Leeds boða frá, at felagið er áhugað í sterka verjuleikarnum.










