Kendi danski kokkurin Bo Bech skal í kvøld royna at betra um matstovuna Rio Bravo í Havn.
Hetta hendir fyri opnum skíggja í sjónvarpsrøðini Kniven For Struben, sum rásin TV3 sendir kl. 19.00.
Bo Bech hevur vitjað ymisk matstøð í Danmark, og har hevur hann roynt at venda skeivari gongd, betra um matskránna og tænastuna, og annars roynt at fingið lív í matstovur, sum hava havt trupulleikar. Summar av matstovunum hava verið á veg á heysin, tá ið Bo Bech hevur lagt uppí.
Sendingin í kvøld snýr seg um Rio Bravo, sum liggur í miðbýnum í Havn. Matstovan var í nógv ár kend fyri góðan mat, men ein trupulleiki er, at matarskráin er ikki stórvegis broytt øll hesi árini, og matstovan hevur ikki megnað at broytt og ment seg sjálva.
Tað skal Bo Bech royna at bøta um, tá ið hann fer upp í leikin við hvøssum knívi í hendi.
Vánaligasta matstaðið
Danski kokkurin leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann sigur sína hugsan um matstøðini, har hann vitjar, og síðani roynir hann eftir einari viku at venda gongdini.
- Hetta var klárt vánaligasta matstaðið, eg havi roynt av teimum 9, ið vit hava vitjað í sambandi við sendingina, segði ein bersøgin Bo Bech, tá ið hann var liðugur at gera upptøkurnar á Rio Bravo fyrr í ár. Hann rósti tó starvsfólkunum fyri at hava gjørt ein stóran innsats, meðan hann hevði verið har.
- Eg eri bara íverksetarin. Tað er fult og heilt upp til matstaðið - í hesum føri Rio Bravo – at fylgja strævnu leiðini, ið krevst fyri at verða mett sum eitt gott matstað, segði Bo Bech.
Úrslitið av upptøkunum kann síggjast á TV3 í kvøld kl. 19.00.









