Í dag høvdu føroysku og grønlendsku landsstýrisfólkini á Rio +20 fund við danska forsætismálaráðharran Helle Thorning-Schmidt.
Á fundinum vórðu partarnir samdir um, at viðurskiftini framyvir frá danskari síðu skulu skipast betur, tá ið Føroyar og Grønland luttaka á altjóða ráðstevnum, og at tað sostatt skulu skipast serstakir fundir millum føroyskar, grønlendskar og danskar ráðharrar.
Fundurin við forsætismálaráðharran varð fingin í lag eftir, at tað brádliga varð ógreitt frá danskari síðu, hvussu Føroyar og Grønland skuldu takast við á slíkum ráðstevnum. Tørvur er á skipaðum fundum, tí tað kunnu lættliga uppstanda sáttmálabroytingar og støður við misskiljingum, tá ið endalig semja skal fáast um sáttmálatekstir á politiskum stigi.
Kári P. Højgaard, Annika Olsen, Maliina Abelsen og Palle Christiansen eru nøgd við úrslitið, at danski forsætismálaráðharrin eftir at hava umrøtt hendingina, er sinnað at skipa soleiðis fyri, at hildnir verða felags politiskir fundir á altjóða ráðstevnum.
Harumframt hava føroysku og grønlendsku ráðharrarnir fingið tryggjað, at Føroyar og Grønland verða ítøkiliga nevnd í setanarrøðuni hjá forsætismálaráðharranum tann 22. juni.