Árinini komu sum eitt skot

- Eg byrjaði at skelva, tenninar glintaðu, og eg fekk fepur. Tað føldist, sum um høvdið vildi spreingjast, sigur 38 ára gamal norðmaður.

 

 

Lars Mørck Aaen, sum er sjúkrarøktari, var væl fyri, tá hann varð koppsettur við AstraZeneca-koppingarevninum. Hann var eisini sera væl fyri tímarnar eftir koppsetingina. Men, nú heitir hann á onnur um at fyrireika seg til, at koppsetingin kann geva ógvuslig árin.

Tá hann hevði fingið koppsetingina ein týsdag klokkan 14.25 og hevði verið undir eftirliti í einari 20 minuttir, koyrdi hann heim, har hann gjørdi døgurða og var saman við soninum til fótbóltsvenjing. Hann føldi seg ógvuliga væl, men beint fyri klokkan 23 hetta kvøldið komu ógvusligu árinini.

- Eg byrjaði at skelva, tenninar glintaðu í munninum, og eg fekk fepur. Tað føldist, sum um høvdið vildi spreingjast, og eg hevði pínu í øllum kroppinum, sigur Lars Mørck Aaen við tv2.no.

Hann vísir á, at hann ongantíð áður hevur reagerað upp á koppingarevni, og tískil gjørdist hann eisini ógvuliga ovfarin. - Árini komu ógvuliga brádliga - ja, tað kendist, sum um tey komu eftir tíggju sekundum, sigur hann.

Norski Fólkaheilsustovnurin hevur tikið ein steðg í nýtsluni av AstraZeneca-koppingarevninum, meðan kannað verður, um tilburðir við blóðtøppi kunnu knýtast til koppingarevnið.

Árinini, sum Lars Mørck Aaen fekk eftir koppsetingina, hava einki við avgerðina hjá Fólkaheilsustovninum at gera, og sjálvur sigur hann seg hava fult álit á avgerðini hjá Fólkaheilsustovninum.

Hin 38 ára gamli sigur, at hann er trúgvur fylgjari av koppsetingum, men hann vil bara greiða frá sínari uppliving, soleiðis at onnur kunnu fyrireika seg upp á, hvat kann henda eftir eina koppseting, um onkur skuldi komið at upplivað tað nøkulunda soleiðis, sum hann gjørdi. 

- Eg skuldi fara eftir vatni, men rendi meg í veggin, og eg noyddist at ansa eftir ikki at detta í trappunum. Eg hevði eina ógvusliga pínu í teimum stóru vøddunum, sigur Lars Mørck Aaen, sum leggur aftrat, at hann ongantíð áður hevur verið so illa fyri, sum hann var hesa náttina, og hann undrar seg yvir, at hann kundi gerast so ússaligur og skerdur. 

Hann sigur, at tíbetur uppliva tey flestu ikki tað, sum hann upplivdi hesa náttina, og tvey samdøgur eftir koppsetingina var hann framvegis illa fyri - við fepuri, høvuðpínu, vøddapínu og møði.

- Tað er jú immunverjan, sum arbeiðir undir hátrýsti fyri at framleiða andevni, sigur Lars Mørck Aaen, ið eisini hevur lagt út eitt filmsbrot, sum vísir, hvussu hann hevði tað, tá hann var ringast fyri.

Seinnapartin í gjár hildu norski Fólkaheilsustovnurin og Heilivágsstovnurin tíðindafund um AstraZeneca-koppingarevnið, har smittuverjustjórin, Geir Bukholm, gjørdi greitt, at steðgur verður í nýtsluni av evninum hjá AstraZeneca.

Grundarlagið undir avgerðini er, at Danmark og fleiri onnur lond hava tikið ein steðg við hesum koppingarevni eftir at fleiri fólk, sum eru koppsett, hava fingið blóðtøpp - og ein 60 ára gomul donsk kvinna er deyð.

Tað er ikki greitt, um blóðtøpparnir og deyðsfallið hava nakað við koppsetingina at gera, men londini hava tikið ein steðg fyri at binda um heilan fingur.

- Vit taka ein steðg, og hetta gera vit, meðan roynt verður at finna út av, um samanhangur er millum blóðtøpparnar og AstraZeneca-koppingarevnið, sigur smittuverjustjórin hjá norska Fólkaheilsustovninum, Geir Bukholm, við tv2.no. Hann leggur kortini dent á, at eingi prógv higartil eru fyri, at samanhangur er.

Lars Mørck Aaen, sum gjørdist illa fyri, eftir at hann varð koppsettur, vísir á, at tað er sjálvboðið at lata seg koppseta. - Eg fekk tilboð um koppseting í samband við mítt arbeiði. Sum sjúkrarøktari velji eg at trúgva teimum tilráðingum, sum verða givnar, sigur hann við tv2.no.