Rini Sivertsen deildarleiðari á Miðstovu

Rini Sivertsen byrjaði í dag í starvinum.

Rini Sivertsen byrjaði í dag í starvinum sum deildarleiðari á Miðstovu á Lágargarði.

 

Hetta skrivarTórshavnar kommuna á torshavn.fo.

 

Rini er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur tikið master í fólkaheilsu, hon hevur 12 ára royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum, har hon eisini hevur verið varadeildarleiðari.

 

Rini er sett, eftir at Ruth av Fløtum er farin í farloyvi frá Heilsu- og umsorganartænastuni.