Órinið hjá Jenisi viðgerast í morgin

Formansskapurin í Løgtinginum fer í morgin at viðgera áheitanina frá fútanum um at taka órinið frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni -Vanligt er, at formansskapurin samtykkir slíka áheitan og leggur málið fyri tingið, sum uppskot til samtyktar, Hergeir Nielsen, løgtingsformaður.

Sambært grein 24 í stýriskipanarlógini má eingin løgtingsmaður uttan samtykki Løgtingsins verða ákærdur ella fongslaður á nakran hátt, uttan so at hann verður tikin á búri.

Ríkisákærin ætlar at ákæra Jenis av Rana, kommunulækna fyri ikki at hava hildið sína fráboðanarskyldu til barnaverndina, men skal hann ákærast, má Løgtingið fyrst geva sítt samtykki.