At føroyska alivinnan er í einum góðum tíðarskeiði, merkist eisini í avleiddum virksemi í Føroyum.
KJ Hydraulik á Kambsdali er eitt av feløgunum, sum fáa nakað burtur úr, at alingin gongur væl. Tað fær Vónin í Fuglafirði eisini.
Umframt at smíða ein alibát til Bakkafrost á Glyvrum, sum skal latast 12. mai í ár, hevur KJ Hydraulik eisini fingið sáttmálar upp á aliringar fyri umleið 12 miljónir krónur.
Tað eru trý føroysk alifeløg, sum hava bílagt hesar ringarnar.
Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ Hydraulik, sigur, at tað eru nógv ár síðan, at tey hava havt so stórar sáttmálar til føroysku alivinnuna í einum ári.
Nótirnar, sum Vónin í Fuglafirði letur til ringarnar, geva felagnum ein umsetning upp á einar 4-6 miljónir krónur.
Jóannes Mørkøre sigur, at tær 12 miljónir krónurnar, sum sáttmálar eru gjørdir um við føroysk alifeløg, bara er parturin hjá KJ Hydraulik.
- Vit hava í miðal eisini framleitt einar seks aliringar til íslendskar toskaalarar um árið og hava soleiðis havt meginpartin av íslendska marknaðin, sigur sølumaðurin hjá KJ Hydraulik á Kambsdali.










